Læknaviðtalan í Miðlon

Í Miðlon starvast 5 kommunulæknar

  • D. Petur Højgaard
  • Guðrun Zachariasen
  • Jóna Hansen
  • Kári Jacobsen
  • Katrin Danielsen

Harafturat starvast 5 sjúkrarøktarfrøðingar og 1 læknaskrivari í viðtaluni. Útbúgvingarlæknar eru knýttir at viðtaluni í styttri og longri tíðarskeið.

'Tíð sama dag'

1. mars 2014 byrja vit at arbeiða eftir leistinum, ið vit kalla 'tíð sama dag'. Hugtakið merkir, at tú fært tíð til viðtalu sama dag, tú setur teg í samband við okkum.

Tíðarbílegging umvegis telefon ella heimasíðu er ímillum kl 8 - 11.
Umbønir í hesum tíðarskeiði eru tryggjaðar tíð sama dag. Umbønir umvegis heimasíðuna, ið eru sendar eftir kl. 11, verða svaraðar næsta yrkadag.
Tá ið tú biður um tíð umvegis heimasíðuna, fært tú ikki svar í telduposti, men verður uppringd/ur ella fært eitt SMS. Tí er  umráðandi, at tú upplýsir rætta telefonnummarið og hevur telefonina við hondina.

Umbønir um heilivág og svar uppá kanningar kunnu avgreiðast ímillum kl 11 - 12 og kl 13 - 15.
Heilivágurin er greiður til heintan á apotekinum eftir kl. 13 næsta yrkadag.

So vítt gjørligt fært tú tíð hjá tínum egna lækna.

Felagsviðtala

Arbeiðið í læknaviðtaluni í Miðlon er lagt til rættis soleiðis, at tú hevur tín egna lækna. Viðtalustarvsfólkið arbeiðir fyri allar læknarnar.

Læknarnir arbeiða í felag um bráfeingis viðtalurnar. Við leistinum 'tíð sama dag' vilja hesar viðtalurnar ofta liggja seinnapart. Tí kann henda, at tú fært tíð hjá øðrum lækna enn tínum egna.
Fyri at tú skal fáa eina betri og meira samanhangandi viðgerð, verður tað, so vítt gjørligt, læknin tú hevur sæð til fyrstu bráðfengis viðtaluna, sum fylgir viðgerðini upp. 

Sjúkrarøktarfrøðingarnir taka sær sjálvstøðugt av nøkrum viðtalum - eisini summum bráfeingis viðtalum. Til ber tí eisini at fáa tíð hjá teimum.

Journalskipanin í Miðlon er felags.

Bíðirúmið

Flestu dagar eru minst 4 læknar til arbeiðis í Miðlon og minst ein sjúkrarøktarfrøðingur, ið hevur viðtalur. Tá ið útbúgvingarlæknar eru knýttir at viðtaluni, hava tey eisini egnar viðtalur.
Hendan arbeiðsgongdin ger, at tað kunna sita nógv fólk í bíðirúminum í senn og ikki er altíð, at tey sum bíða, verða rópt inn í somu raðfylgju, sum tey eru komin.
Av tí at tað koma nógv fólk út og inn ígjøgnum móttøkuna, er ikki møguligt hjá móttøkustarvsfólkinum at halda skil á, hvør er komin. Tí er umráðandi, at tú sigur frá í móttøkuni, tá ið tú kemur.

Telefonviðtalur

Læknarnir í Miðlon byrja viðtalur kl. 8 og hava tí ikki telefontíð. Viðtalustarvsfólk svara telefonunum gerandisdagar kl. 8-12 og kl. 13-15. Ímillum kl. 8 - 11 er møguleiki at biða um viðtalu sama dag. Ímillum kl. 11 - 12 og kl. 13 - 15 er møgulleiki at endurnýggja reseptheilivág, fáa svar uppá ymsar spurningar og flestu kanningar. Um tað er trupult at svara spurningi í telefonini, verður í hvørjum føri mett, um tú skal hava eina viðtalutíð ella læknin ringir aftur til tín. Vit stremba eftir, at læknin ringir sama dag ella skjótast gjørligt.

Tíðindi

  • Heimasíðan aftur virkin

    21-02-2014
  • Heimasíðan óvirkin

    20-02-2014
    Tíverri fáa vit ikki lisið tykkar umbønir á heimasíðuni í morgun. Tórshavnar kommuna arbeiðir við málinum og vónand verður trupulleikin loystur skjótt.
  • Telefonin óvirkin

    28-01-2014
    Tíverri er aftur trupuleikar við linjuni í dag. Arbeitt verður við trupuleikanum.
  • 'Tíð sama dag'

    18-01-2014
    Fyri at sleppa undan bíðitíð til viðtalu í Miðlon, fara vit 1. mars 2014 at broyta mannagongdina í samband við tíðarbílegging. Viðskiftafólk okkara fara tá at seta seg í samband við okkum um morgunin, sama dag tey ætla at sleppa til lækna. Nærri kunning um hettar verður her á síðuni og í viðtaluni í næstum.
  • Nýggjur kommunulækni

    07-01-2014
    Jóna Hansen, kommunulækni, er nýggjur lækni í Miðlon frá 1/1-14. Jóna samstarvar við Guðrun Zachariasen og D. Petur Højgaard, men hevur ikki nakrar tilmeldaðar sjúklingar.
 
Les øll tíðindi her